Týsdagin skeyt ein illgerðarmaður frá hond á skúlanum Campus Risbergska í svenska býnum Örebro.
Skúlin er framvegis afturlatin, og tað er framvegis óvist, nær undirvísing og annað byrjar á staðnum, har ellivu fólk lótu lív týsdagin.
Hetta var millum tað, sum kom fram á tíðindafundi hjá løgregluni í økinum í dag.
Har upplýsti løgreglan eisini, at ikki øll lík eru eyðmerkt enn. Tað varð tó váttað, at tað eru fólk í ymiskum aldir og av ymiskum tjóðskapi. Í øllum førum ein av teimum deyðu hevur uppruna úr Sýria, skriva svenskir miðlar.
Region Örebro hevur givið dagføring um støðuna hjá teimum skotnu sum ikki lótu lív. Støðan er rímiliga óbroytt: Seks fólk eru framvegis innløgd, og øll eru stabil - eisini tær báðar kvinnurnar, sum liggja á vøkudeild (inntensiv).
Fimm av teimum seks hava fingið skurðviðgjørd fyri skotskaðarnar, sum einsamalli brotsmaðurin gav teimum. Hesin persónurin er framvegis ikki endaliga eyðmerktur, men løgreglan segði fyrr í dag, at DNA-kanningar eru í gongd, og at møguligt motiv og annað verða kannaði út í æsir.
Illgerðarmaðurin er milum tey ellivu, sum doyði í tilburðinum. Eftir øllum at døma skeyt hann seg sjálvan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald