Mentan

“Svørt orkidé” og “Úr loggbókunum - 17 innlit í rithøvundaverkstaðið”

- Tvær nýggjar bøkur við yrkingum og kollagjumyndum eftir Vónbjørt Vang

Vónbjørt Vang (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vónbjørt Vang (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-11-15 15:14 Author image
Innsent
placeholder

soleiðis steig eg niður í undirverðina
tí eg eigi ein son
sum hvarv
myrkrið tók hann
og eg valdi at fara aftan á honum

Í dag, mikudagin 15. november gevur Forlagið Eksil út tvær bøkur eftir Vónbjørt Vang: “Svørt orkidé” og “Úr loggbókunum - 17 innlit í rithøvundaverkstaðið”.

Bókaframløgan verður á Býarbókasavninum í Havn klokkan 17.

“Svørt Orkidé” er eitt yrkingasavn og ein myndabók við kollagsjum eftir høvundan. Í lyriskum brotum, essaykendum pørtum, kollasjum, yrkingum, minnisbrotum, dagbókapettum, við tilsipingum og sitatum úr bókmentasøguni sigur ein mamma frá sínum royndum at eiga ein son, sum stríðist.

Hon roynir at brúka skaldskapin at rúma sorgina ella máttloysinum, sum stendst av at vera mamma at einum barni, sum snávar í lívinum. Hon roynir at finna orð at lýsa sorgina, skommina, striðið og ómegdina av at vera mamma, men ikki at megna at hjálpa.

Ein partur av hesi bókini eru pappírskollasjur, ið eru kliptar og klistraðar saman burtur úr burturbeindum bókasavnstilfari, m.a. úr bókini “Øldir og upphav” eftir Jóannes Rasmussen, soleiðis at bókin eisini gerst eitt slag av tekstligari jarðfrøði, har orðini binda høvundan til staðið, til steinarnar, til fjøllini, til elligomlu jørðina, sum egið í savninum kennir seg at hava mist sambandið við.

[object Object]

Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið

Ein rithøvundur er eitt menniskja,
sum hevur verri við
at skriva enn onnur.
     Thomas Mann

Skriviørskan heldur fram, eg skrivi og skrivi, hugskot og tekstfragment koma flúgvandi, eg síggi heildina, og hvat tað skal innihalda. Tað er okkurt átrokandi og bráðneyðugt í míni skrift, sum eg sjáldan finni, sum at ein ósjónlig hond førkar meg frameftir, og mær ikki nýtist at brúka orku, orkan finst har frammanundan.
Er hetta tað, mann kallar flow? Íblástur?

     Vónbjørt Vang

“Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið” er eitt essay um at skriva. Eitt opið og erligt innlit í eina ritlistarliga ferð hjá einum høvundi, sum tekur tey fyrstu trilvandi fetini fram, til hon at enda fær hol á verkið, hon vil skriva. Teksturin í hesi bók er ein lættari umskrivað útgáva av einum essay, sum varð skrivað í samband við útbúgving í listarligum arbeiði/Ritlist.

Bókin kann lesast sum sjálvstøðugt essay, men lesarin kann eisini hava gagn av at lesa hana saman við bókini “Svørt orkidé” eftir sama høvund.

Vónbjørt Vang (f. 1974) er rithøvundur, yrkjari, bókavørður, cand.mag í bókmentafrøði og BA í Ritlist.

“Svørt orkidé” og “Úr loggbókunum” eru hennara triðja og fjórða útgáva. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder