Innanlands

Svumu um Mykinesfjørð

Seks mans svumu knappar fimm kilometrar av Núgvunesi og yvir á Streymnes mánadagin

Erlendur Simonsen, Erling Høgnesen, Eyðun Húsgarð, Jón Hestoy, Niels Juel Arge, og Erling Eidesgaard svumu nærum fimm kilometrar (Mynd: Erling Eidesgaard/Facebook)

Erlendur Simonsen, Erling Høgnesen, Eyðun Húsgarð, Jón Hestoy, Niels Juel Arge, og Erling Eidesgaard svumu nærum fimm kilometrar (Mynd: Erling Eidesgaard/Facebook)

2021-08-03 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár svumu seks mans um Mykinesfjørð, ein teinur, sum er knappar fimm kilometrar.

Teir seks – Erlendur Simonsen, Erling Høgnesen, Eyðun Húsgarð, Jón Hestoy, Niels Juel Arge, og Erling Eidesgaard – svumu av Núgvunesi í Mykinesi og yvir á Streymnes í Vágum.

– Besti streymur og stilt. Vit fóru av Núgvunesi nakað áðrenn vestfalskyrrindir, og høvdu ætlað okkum at fáa eitt sindur av suðurráki inni undir Vágalandinum. Men svimjingin gekk so mikið skjótt, at vit vóru komnir væl undir land í Vágum, áðrenn hann vendi. So vit fóru í land nakað norðari, enn ætlað, á Streymnesi, knappar tveir kilometrar norðan fyri Gásadal, greiðir Erling Eidesgaard frá á sínum Facebook-vanga.

Teir lupu á bláman í Mykinesi klokkan 16.15, og klokkan 17.27 stóðu teir á landi í Vágum.

Fleiri myndir síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder