Mentan

Symfonikonsert við Blak og Brahms

Solistur er Mattias Kapnas. Petri Sakari fer at stjórna orkestrinum

Mattias Dimitris Kapnas

Mattias Dimitris Kapnas

2022-09-13 12:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á fyrstu konsertini eftir summarfrítíðina fer Føroya Symfoniorkestur at framføra tvey verk.

Frumframførsla verður av klaverkonsert, ið Kristian Blak hevur skrivað. Mattias Dimitris Kapnas er solistur. Eisini framførir orkestrið fjórðu symfoni hjá Brahms.

Í sambandi við konsertina vitjar finski dirigenturin Petri Sakari, sum eisini fer at stjórna orkestrinum.

Klaverkonsert – Kristian Blak (1947)

Trummur við skinni úr Stóru Dímum og grót úr Porkeri, Froðba og Hvalba eru nøkur av heimagjørdu ljóðførunum, sum eru framleidd til frumframførsluna av klaverkonsertini. Verkið er í trimum satsum, sum eita ”Helluljóð”, ”Skinn” og ”Sjógvur og Klettur”.

Kristian Blak samantvinnar ofta aðrar listagreinir í síni verk. Hann fær íblástur frá føroysku náttúruni, ið hoyrist aftur í hansara tónleiki, og soleiðis verður eisini í nýggju klaverkonsertini.

Solistur - Mattias Dimitris Kapnas (1991)

Mattias tók sína masterútbúgving á lærda tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn, har hann m.a. granskaði føroyskan klavertónleik.

Mattias er sera alkønur tónleikari. Tosa vit um nútíðartónleik á tí sonevnda “klassiska” økinum, so hevur hann longu sum fáur víst gávur at tulka og geva hesum nýggja tónleiki lív.

Han hevur røtur í Finnlandi, Grikkalandi og Belgia, men hann býr í Sandavági, og allur heimurin er hansara pallur.

4. Symfoni – Johannes Brahms (1833-1897)

Symfoniin er tann seinasta, Brahms skrivaði. Gjøgnum 30 ár bardist Brahms sum ein óður við sínar symfoniir, hetta tí hann vildi hava teir at liva upp til tær nýggju symfoniirnar, sum Beethoven hevði skrivað eini 60-70 ár frammanundan.

Sum tann einasta av hansara fýra symfonium, gongur henda symfoniin í mol, og tungi tónleikurin ber fram minnir um verkið ”Ein Deutsches Reqiem”, sum Brahms skrivaði fleiri ár frammanundan.

[object Object]

Dirigentur - Petri Sakari (1958)

Petri Sakari, ið upprunaliga er violinleikari, tók í 1981 prógv frá Sibelius Academinum í bæði violinspæli og orkesturleiðslu. Hann er víða kendur fyri sínar greiðu tulkingar, dýbd og skilvit.

Stutt eftir lokna útbúgving slapp hann at royna seg hjá Finska Radio Symfoniorkestrinum, Lahti Symfoniorkestra og Turku Filamonikarunum.

Í 10 ár var Petri Sakari høvusdirigentur hjá Íslendska Symfoniorkestrinum.

Sum gestadirigentur hevur hann stjórnað stórum og kendum orkestrum í Hollandi, Týsklandi, Ungarn, Rumenia, Meksiko, Svøríki, og nú vitjar hann eisini í Føroyum.

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 24. september kl. 19.30.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder