Tað er ikki hvønn dag, at nýggjur føroyskur symfoniskur tónleikur verður givin út á plátu. Men nú fer Elin Brimheim Heinesen at leggja fram nýggju heildarútgávuna “Eitt dýpi av dýrari Eð” hjá sær og pápanum, rithøvundinum Jens Paula Heinesen, á móttøku í Perluni leygarkvøldið.
Jens Pauli Heinesen, sáli, ið telist millum Føroya mætastu rithøvundar, var í fjør fagnaður við stórum hátíðarhaldi og konsert í Norðurlandahúsinum á 90 ára føðingardegi sínum 12. november. Stórfingin symfoniskur tónleikur var í hesum sambandi settur út til seks av yrkingum hansara, sum Elin Brimheim Heinesen, dóttir Jens Paula, hevur tónasett. Innspælingar av hesum verkum koma nú út á heildarútgávu – bæði á fløgu og á vinylplátu, umframt á talgildum netpallum.
Jens Pauli Heinesen, Elin Brimheim Heinesen og Enzo De Rosa
Útgávutiltakið í Perluni leygarkvøldið
Í hesum sambandi verður móttøka í Perluni í Tórsgøtu í Havn leygarkvøldið kl. 20, har Elin hevur ymiskt spennandi við í skjáttuni.
Tróndur Herason Olsen fer at práta við Elina um útgávuna. Hann tosar eisini við Enzo De Rosa og onnur, sum hava gjørt tónleikaverkætlanina møguliga. Livandi tónleikur verður á skránni við Elini sjálvari, Leivuri Thomsen á gittar og Arnold Ludvig á bass. Eisini verður sjónbandalagið “Sóleyan” víst á stórskíggja.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Um útgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð”
Útgávan hevur fingið heitið “Eitt dýpi av dýrari tíð” eftir fyrsta lagnum, sum Elin gjørdi til yrking hjá pápanum. Tað var fyrstu ferð at hoyra í 1988 á útgávuni “Nalja” hjá Elini & Kára. Í 2002 var ein symfonisk útgáva gjørd til ein heimildarfilm hjá Gullu Øregaard um Jens Paula Heinesen.
Nú verður symfoniska útleggingin givin út á plátu í dagførdum tónablandi, saman við fimm øðrum løgum, ið Elin hevur gjørt til yrkingar hjá pápa sínum. Elin hevur eisini týtt yrkingarnar og sungið tær inn á enskum, soleiðis at tað verða 12 skeringar tilsamans á plátuni – tvs. seks løg á føroyskum, umframt tey somu seks løgini á enskum.
Fýra av innspælingunum eru gjørdar við The Czech National Symphony Orchestra og kórinum Tarira, og tvær innspælingar eru gjørdar við City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri.
Italska tónaskaldið Enzo De Rosa hevur útsett fimm av løgunum, og danska tónaskaldið, Søren Hyldgaard sáli, útsetti lagið “Eitt dýpi av dýrari tíð”. Elin er sangsolistur í øllum innspælingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald