Mentan

Sýna fram dansikynstur

DansiEksperimentið hevur framførslur í Dansifrøi mikudagin og hósdagin

(Mynd: Súsanna Smith Johansen)

(Mynd: Súsanna Smith Johansen)

2023-07-17 16:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvørt ár savnast áleið 50 ungdómar í eina viku við tí endamáli at menna dansiførleikar og vitan um dansilistina. Harafturat mennast tey persónliga og sosialt, og fáa eitt stórt, listarligt netverk.

Verkætlanin savnar føroyskar og útlendskar yrkisdansarar og -koreografar, umframt ágrýtnar, ungar áhugadansarar, og soleiðis er DansiEksperimentið fyri øll. Saman eru øll hesi ungu við at pallseta eina yrkisliga dansiframførslu, ið hevur nógv ymiskt at bjóða áskoðaranum.

Í ár ber eitt nú til at síggja dansibrot í dansistílunum hiphop, samtíðardansi, popping og waacking, eisini í samspæli við yrkingaupplestri.

Í ár vera almennu framførslurnar mikudagin og hósdagin 19. og 20. juli kl. 18 og kl. 20 í Dansifrøi í Tórshavn. Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá atgongumerki.fo.

Til ber at lesa meira um DansiEksperimentið á heimasíðuni www.dansieksperimentid.fo, umframt á Facebook (DansiEksperimentið) og Instagram (@dansieksperimentid).



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder