Mentan

Syngja jólini inn á Skála sunnukvøldið

Vælumtókt jólatiltak verður nú tikið upp aftur eftir tvey ára koronastøðg

2022-12-01 08:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tiltakið “Vit syngja jólini inn” hevur verið hildið 10 ár á rað – frá 2010 til 2019 – men orsakað av koronu hevur tað verið avlýst hesi seinastu tvey árini.

Nú verður tátturin uppaftur: Annan sunnudag í advent, 4. desember kl. 18, verður aftur skipað fyri hesum væl umtókta og hugnaliga tiltaki í Skála kirkju.

Tiltakið er – eins og áður – skipað sum ein sanggudstænasta við nógvum, góðum og kendum jólasálmum og fjøltáttaðum, lokalum, undirspæli afturvið. Streingjakórið í Meinigheitshúsinum tekur lut, og við teirra hjálp verða fýra av teimum átta felagssálmunum sungnir fleirraddað.

Harafturat fer Herálvur Joensen, sum hevur slitið sínar barnaskógvar á Skála, at hava jólahugleiðingar. Herálvur er útbúgvin løgfrøðingur, og er í løtuni aðalstjóri í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Hann hevur eisini verið í øðrum størvum í landsumsitingini umframt at vera stjóri í Reiðarafelagnum og sendimaður Føroya í Keypmannahavn.

Herálvur umboðar eina familju, sum í fleiri ættarlið hevur verið sera virkin í kirkjuliga arbeiðinum í bygdini: Abbin, Olaf Rasmussen, pápin, Pauli Joensen, og systir hansara, Lív Joensen, hava í nógv ár sitið í kirkjuráðnum. Tað var Lív, sum – saman við tá sitandi kirkjuráði – í 2010 tók stig til siðvenjuna at syngja jólini inn. Vit vóna og vænta, at nógv taka sær stundir til at vera við til hetta hugnaliga og jólaliga tiltak.

Aftan á gudstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í kirkjukjallaranum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder