Innanlands

Syngja jólini inn í Meinigheitshúsinum

Sunnudagin verður seinasta tiltak á árinum í Meinigheitshúsinum í Havn

2023-12-12 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi sunnudag, 17. desember, skipar Meingheitshúsið í Havn fyri einum sangkvøldi, har góðir siðbundnir jólasálmar verða sungnir.

Meinigheitskórið og Manskórið í Meinigheitshúsinum luttaka eisini. Hetta er eitt afturvendandi tiltak í húsinum og er samtiðis seinasta tiltak í árinum.

Sangkvøldið byrjar kl. 17.30. Barnaansing er undir møtinum og drekka er eftir møti.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder