Mohammed al-Jalali, forsætisráðharri í Sýria sigur seg ynskja samstarv við teir leiðarar, sum fólkið í Sýria fer at velja fyri Bashar al-Assad forseta, sum sigst at vera rýmdur úr landinum.
Les eisini: Endin á Assad-stýrinum: Forsetin í Sýria rýmdur úr landinum
– Hetta landið hevur møguleika fyri at gerast eitt vanligt land, sum byggir góð sambond við sínar grannar og við restina av heiminum, sigur Jalali.
– Tað arbeiðið skal tó gerast við leiðsluni, sum verður vald av sýriska fólkinum. Vit (stjórnin, red.) eru sinnað at samstarva, sigur hann sambært Ritzau.
Jalali, sum av uppreistrarbólkunum nú verður umrøddur sum "fyrrverandi forsætisráðharrin" sigur, at hann hevur verið í samband við Abu Mohammad al-Jolani, leiðari av islamistisku rørsluni Hayat Thrir al-Sham, sum stendur á odda fyri upreistrinum, og at teir hava umrøtt, hvussu eitt valdsskifti skal handfarast.
Sambært Reuters er enn ógreitt, hvør fær valdið í Sýria, og hvar Bashar al-Assad er staddur.
Russiska uttanríkismálaráðið váttar, at Assad er rýmdur úr Sýria, og sambært russiska uttanríkismálaráðharranum, hevur Assad havt samband við fleiri partar í stríðnum og hevur hann eisini givið boð um, at valdsskiftið skal verða friðarligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald