Mentan

Tá níggju mans sjólótust í Hirtshals

Mikukvøldið vísur Filmsfelagið nýggja Hirtshals-filmin ”Synkefri”, sum byggir á veruligar hendingar. Ein gráur Fordur úr Føroyum er við í filminum

2023-11-30 11:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá deksbáturin Hanne Dorthe við trimum monnum umborð kemur í havsneyð um náttina hin 1. desembur 1981 útfyri havnina í Hirtshals, fer spildurnýggi bjargingarbáturin RF2 til hjálpar. Umborð á bjargingarbátinum eru seks mans. Á papírinum er RF2 skrásettur sum “synkefri”, tað vil siga, at bjargingarbáturin eigur ikki á nakran hátt at kunna søkka, hóast veðrið er av tí ringasta, sum tað var hesa náttina. Júst hetta gevur filminum navnið ”Synkefri”.

Men tað syndarliga hendur, at tá klokkan er farin av eitt um náttina og djarva royndin at bjarga teim neyðstøddu verður uppgivin, fær bjargingarbáturin ein sjógv.

Tilsamans sjólótust níggju mans hesa ódnarnátt út fyri Hirtshals.

Tá myndugleikarnir leggja ábyrgdina á herðarnar á stýrimanninum á nýkepta bjargingarbátinum, setir seytjan ára gamli sonurin, Henrik (Sylvester Byder), sær fyri at kanna, hví vanlukkan hendi, og ikki minst at reinsa dálkaða navnið á pápanum.

[object Object]

Meðan Henrik leitar eftir sannleikanum, stríðist hann øðrumegin við fiskimennirnar, ið síggja fyri sær, at teir missa arbeiði, og hinumegin við myndugleikarnar, sum fyri alt í verðini vilja sleppa undan eini almennari gølu.

Ímeðan eru næstrafólkini so niðurundirkomin av sorg, at vandi er fyri at familjan syndrast.

Sjáldsami danski filmurin ”Synkefri” er ein nemandi lýsing av menniskjansliga stríðnum fyri rættvísi.

Gráur Granada úr Føroyum

Leikstjórin, Christian Andersen, sum sjálvur er úr Hirtshals, hevur eitt personligt samband til hendingarnar, hann lýsir í filminum. Fyrr hevur hann gjørt norðurjútska filmin ”Ingen skal sove”.

Leikarar eru: Sylvester Byder, Anders Brink Madsen, Johanne Louise Schmidt, Sofie Torp, Esben Dalgaard, Iben Dorner og Henrik Birch.

Funfact í Hirtshals-filminum ”Synkefri” er, at ein gamal, gráur Fordur av modellinum Granada 2,3 er við í upptøkunum. Bilin eigur Jan Breiðaskarð. (Myndir herundir)

Synkefri verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið kl. 20  

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder