4. desember í fjør var aðalfundur í Suðurstreymoyar Sjálvstýri. Felagið er lítið og tí varð ikki væntað, at nógv fólk komu á aðalfund. Ímyndin av felagnum í høvuðsstaðnum hevur seinastu árini verið Bjørn á Heygum, og í fleiri førum hevur hann verið í beinleiðis andsøgn við Jógvan Skorheim, formannin í flokkinum.
Men eftir øllum á døma skuldi ein uppgerð verða við tvíbýtingina á flokkinum hendan aðalfundin 4. desember í 2018. Tí tá fundurin var byrjaður møttu sjey mans á fund og gjørdu eina roynd at yvirtaka felagið.
Les eisini: Jógvan Skorheim vil ikki at Sjálvstýri skal veksa
- Talan var um eitt regulert kvett, steðfestir Bjørn á Heygum, formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýri.
Tveir Skorheim á fundi í havn
Ímillum teir sjey, sum komu á fund hjá felagnum í høvuðsstðaarøkinum vóru tveir brøður hjá Jógvani Skorheim. Aðrir vóru Zakarias Wang og Petur Olivur í Hoyvík.
- Bjørn á Heygum hevði akkurát byrjað fundin, tá hesir mennirnir møta á fundi. Zakarias Wang reisist og skjýtur upp, at Petur Olivur í Hoyvík verður fundarstjóri. Síðani skjýtur Petur Olivur í Hoyvík Zakarias upp sum skrivara, greiðir Rógvi Fossadal, fyrrverandi formaðurin í Landsnevnd Sjálvstýris upp. Tað næsta sum hendir er, at Zakarias skjýtur upp, at øll nevndin skal veljast av nýggjum hóast einans tveir nevndarlimir standa fyri vali. Hetta verður steðga, men tveir nýggir limir verða valdir í nevndina.
Tá man er so býttur, at man sendir tveir brøður hjá Jógvani Skorheim á fund at gera hesa kvettroynd, kann ongin ivi verða um hvør, ið veruleikanum stendur aftanfyri
- Men Zakarias og ein bróður hjá Jógvani Skorheim verða valdir í nevndina. Tá verður avtalað, at ongin fundur skal verða aftur fyrr enn í 2020, greiðir Rógvi Fossadal frá.
Les eisini: Magni er ein sambandsmaður
Rógvi Fossadal var ikki sjálvur á fundinum, men hann endurgevur frásagnir úr Havnini. Men Bjørn á Heygum váttar, at alt er rætt, sum Rógvi Fossadal greiðir frá.
- Um tú avnoktar faktuellar sannleikar, so lýgur tú, staðfestir Bjørn á Heygum fyri Portalinum. Hann vil ikki nevna nøkur nøvn, men váttar bert frásagnina hjá Rógva. Bæði Bjørn á Heygum og Rógvi Fossadal ivast ikki í hvør í veruleikanum stóð aftanfyri royndina at yvirtaka felagið.
- Tá man er so býttur, at man sendir tveir brøður hjá Jógvani Skorheim á fund at gera hesa kvettroynd, kann ongin ivi verða um hvør, ið veruleikanum stendur aftanfyri, staðfestir Bjørn á Heygum.
Talan var um eitt regulert kvett
Tá avtornaði bleiv kvettroyndin ikki til veruleika, tí fundurin varð ógyldaður. Fari var eftir limalistanum, sum vísti at fleiri av teimum, sum vóru møttir á aðalfundi ikki vóru limir í felagnum. Bæði Bjørn á Heygum og Rógvi Fossadal vísa á, at tílík viðurskifti mugu vera í lagi, tá talan er um so lítið felag sum Suðurstreymoyar Sjálvstýri er.
Bjørn á Heygum er formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýri (Savnsmynd)
- Annars kundi tað til dømis bara verði 20 ung sambandsfólk, sum møttu á fundi og yvirtóku felagið. Tey kundu eisini møtt fyri at avtaka felagið, sigur Rógvi Fossadal.
Jógvan Skorheim hevur onga viðmerking
- Tað havi eg onga viðmerking til, sigur Jógvan Skorheim, tá hann verður spurdur um frásagnina hjá Rógva Fossadal.
- Feløgini kunnu altíð rekrutera limir. Tað gera tey eisini, sigur hann. Hann sigur eisini, at hann onki hevur at gera við, hvør møtir á fundi í feløgunum.
Les eisini: Eg vil gjarna at Sjálvstýri vaksur
Sambært Jógvani Skorheim er tað heilt upp til feløgini, hvør møtir á fundi og hvat verður avgjørt har.
- Hvør møtir upp til teir fundirnar og hvat verður avgjørt á teimum fundunum er fult og heilt upp til tey sjálvi. Annars havi eg onga viðmerking, staðfestir formaðurin í Sjálvstýri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald