Tað sær ikki serliga gott út hjá Kamalu Harris og demokratiska flokkinum, sum roynir at halda valdinum í USA.
Republikanararnir eru í løtuni á odda í stríðnum um at vinna sær meirilutan í Senatinum og Umboðsmannatinginum, og Donald Trump er á odda í forsetastríðnum.
Higartil hava stórir skelkir ikki verið, í mun til vunnar statir, men Trump hevur fingið fleiri atkvøður enn væntað nógvastaðni og er stutt eftir klokkan trý føroyska tíð nær 200 valmonnum. Neyðugt er við 270 slíkum.
TV2 hevur yvirlit yvir allar statir og uppteljing her
Kamala Harris hevur 109, og stúran er hjá hennara stuðlum, sum alskyns miðlar fáa orðið á til ymisku valveitslurnar.
Sær út til at sveiggjað til Trump
Av teimum sjey svingstatunum er Donald Trump greitt á odda í tveimum, sum báðir geva 16 valmenn: Í North Carolina og Georgia er leiðslan so mikið stór, og so nógv er talt upp, at tað sær út til at verða ein "reyður sigur"-
Óvæntað hevur republikanarin eisini ligið til sigur í Virgina, sum annars er demokratiskur. Her kann tað tó væl koppatil Harris.
Tað er nú helst ófravíkiligt krav, at Kamala Harris tekur Michigan, Wisconsin og Pennsylvania. Joe Biden vann allar hesar í 2020.
Sí eisini: Meiriluti av føroyingurin vónar at Kamala Harris vinnur
Trupulleikin fyri demokratarnir er, at Donald Trump hevur eina leiðslu á beint yvir tey prosent, nú yvir helmingurin av atkvøðunum erutaldarí Pennsylvania. Hetta verður roknað sum lyklastaturin av øllum - í Wisconsin ger fyrrverandi forsetin eisini bart.
Tað hellir til eina republikanska afturvendan. New York Times metir nú vinnaramøguleikin hjá Donald Trump at vera umleið 75 prosent.
Einki er heilt nær við at vera endaligt enn - tað kann ganga nakað tíð, áðrenn ein vinnari verður kunngjørdir í nøkrum av lyklastatunum.
Dagført: 03.24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald