
Mjúka summarsirmið í Sørvági setti á ongan hátt nakran doyvara á hugnan og góða lagið á fyrsta countryfestivalkvøldinum í Sørvági hesaferð.
Tað tykist sum tað bara legst afturat av fólki til henda ársins fyrsta tónleikafestival.
So hvørt sum økið mitt í bygdini fríðkast og gerst alsamt betri vælegnað til endamálið, eru eisini alsamt fleiri fólk at síggja á festivalinum, sum at byrja við var meira ein lokalur festivalur, kombineraður við eitt kampingvagnatreff.
Festivalurin blivin vaksin
Sørvágs Country- og Bluesfestivalur má í ár sigast at hava runnið hornini av sær og er blivin vaksin. Hetta er stuttligt at uppliva, eisini hjá okkum, sum hava verið trúgvir gestir til allar festivalirnar síðani byrjanina í 2012.
Og eisini hjá Thordis Skaalum, sum úr húsum sínum mitt á økinum við Stakkapallinum í bakgarðinum, sum var ein av stigtakarunum til festivalin á sinni, og sum fekk eina serliga heilsan og tøkk tá festivalurin varð settur í gjár, nú hon vegna heilsutrupulleikar ikki longur kann vera ein aktivur partur av festivalinum.
Tónleikakvøldið byrjaði við góðum bluestónleiki frá Una Debess og hansara monnum, áðrenn Hallur Joensen tók yvir á størra pallinum á Dungasandi. Hóast tað enn ikki var farið at skýma, var lagið gott og fólkini nógv.
Hallur hevur verið fastur gestur á festivalinum í Sørvági, men hetta var fyrstu ferð, at hann upptraðkaði fríggjakvøld. Men tað vísir seg ikki at gera mun. Hallur dugir at fáa fólkini við upp á tað, líka mikið um tað er árla ella seint, leygar- ella fríggjakvøld.
Tórfríð bergtekur
Næst á skránni var lokali songlerkurin Tórfríð Tavsen, sum enn einaferð prógvaði, at hon veruliga er vorðin ein sangari og performari, sum hevur uppiborið nógv meira enn bert at vera fast navn á countryfestivalinum. Hon er klár til størri pallar við sínum blandi av countrypoppi og egnum frálíkum sangum.
Hon hevur røddina til tað – tað var sum at hoyra Alison Krauss, tá hon sang Whiskey Lullaby saman við Ólavi á Váli. Og so hevur hon eitt frálíkt orkestur aftan fyri seg, mannað av Johan Ziskason (guittar), Bernhard Højgaard Petersen (tangentar), Henning Nicodemussen (trummur), Eyðun Johannessen (bass), Ólavi á Váli (kassaguittar og sang) og Lailu Carlsen (sang).
Írsk sjarma
Høvuðsnavnið hetta kvøldið var írski Nathan Carter úr Liverpool, sum annað árið á rað vitjaði í Sørvági.
Tað var týðuligt, at stóra fólkamongdin fegnaðist um at sleppa at uppliva hesar dugnaligu tónleikararnar aftur, og tað tyktist sum, at menninir á pallinum hildu tað sama.
Og fingurin kundi ikki setast á showið. Professionelt út í ytstu fingraspíssar, hóast onkur av tónleikarunum enn ikki er fyltur tjúgu. Sannførandi. Imponerandi.
Her var nógvur poppur, nakrar countrysyrpur og eitt sindur av írskum tónum. Nøkur okkara høvdu hug at fýlast inn á, at hann ikki sang fleiri av teimum góðu kendu írsku fólkasangunum, men OK, gott og undirhaldandi var tað.
Ráur rokkur
Á Stakkapalli aftaná, var dámurin eitt lítið sindur meira ráur og svartur. Son of Fortune / Benjamin Petersen, hevði yvirtikið pallin. Nakað av country, eitt sindur av folk, men mest rokkur, til tíðina rættiliga harður, men framførdur við stórum musikaliteti. Hvat skuldi tað annars, tá Benjamin hevði musisk geni hvør á sínum ljóðføri at stuðla sær: Jóhannus á Rógvu (bass), Jan Rúna Poulsen (trummur) og Kim Hansen (tangentar).
Traditionen tro var tað bygdarinnar mæta sangskald, Jóan Jakku Guttesen, sum endaði veitsluna á stóra pallinum. Her í samansetingini Vág/ðaverk saman við Sámali Ravnsfjall. Tað er altíð gott, og húsabrekkusangurin hjá Sámali fungerar eisini hesumegin vatnið, líka mikið um tú kallar tað Sørvágs- ella Leitis-.
Seinast vóru tað eysturoyingarnir í Four Mehn, sum spældu upp til dans. Tá var tygara útsendi farin undir pullarnar.
Spennandi kvøld í væntu
Í kvøld er tað aftur Jóan Jakku, sum endar ballið – tá verður tað saman við Magnusi á Stongum og Tinganest. Men undan tí, skulu vit eitt nú hoyra Kristinu Bærendsen, Blátt Gras og Magna Christiansen, og so ikki at gloyma Chapel Hart ‘all the way from Poplarville, Mississippi’.
Hesar seinastu eru vit nógv, sum eru spent upp á at uppliva. Her hevur countryfestivalurin endiliga fingið eitt navn heim úr countryheimlandinum, sum ikki hevur sæð sínar bestu dagar, men eru á veg upp, og tað hevur festivalurin rós uppiborið fyri.
Nú er bert at vóna, at tær tríggjar, systrarnar Danica Hart og Devynn Hart og systkinabarn teirra, Trea Swindle, liva upp til væntanirnar...
Síggj nógv fleiri myndir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald