2020-04-26 11:24
Tað er ikki óvanligt, at tað fer at leka úr smærri holum, sum verða borað av trygdarávum, áðrenn sprongt verður, men í gjárkvøldið fór at leka illa úr einum av smærru holunum í Sandoyartunlinum.
Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, sigur við Kringvarpið, at útgerð verður send á staðið at pumpa vatnið út, og verður betong síðani sprænt inn í holið, áðrenn arbeitt verður víðari.
Væntandi fer hetta ikki at hava stóra ávirkan á tunnilsarbeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald