Tað riggaði at skifta flokk

Annika Olsen hevur havt eitt politiskt lív í Fólkaflokkinum men stillaði hesuferð upp fyri Tjóðveldi og bleiv vald. Helvtin av nývaldu tingmanningini hjá flokkinum eru vágbingar

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-09 01:20 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Einaferð var hon ein av teimum stóru profilunum hjá Fólkaflokkinum og hevur sitið á tingi, verið landsstýriskvinna og hevur verið borgarstjóri í Havn fyri Fólkaflokkin.

Men aftan á fólkatingsvalið 31. oktobur í ár var ein uppgerð í Fólkaflokkinum, og nøkur fólk meldaðu seg út úr flokkinum. Ein av teimum var Annika Olsen. Seinri var greitt, at hon stillaði upp fyri Tjóðveldi.

Nú er úrslitið greitt, og Annika Olsen er vald á ting sum nummar fimm við 335 atkvøðum. Tað var ein týðuliga rørd nývald tingkvinna, sum kom í Norðurlandahúsið, eftir at úrslitið var greitt.

Vit spurdu hana, um hon hevur fingið veljarar við sær, tá hon hevur skift flokk. Til tað svarar hon játtandi. Hon sigur seg vera takksama fyri sínar trúgvu veljarar, og fyri teir nýggju veljararnar, sum hon hevur fingið í Tjóðveldi. Tilsamans var tað rakk tað til ein sess.

Hon er vágbingur, og tað sama eru Sirið Stenberg og Dennis Holm, sum eisini vórðu vald á ting fyri sama flokk. Soleiðis er helvtin av manningini hjá Tjóðveldi vágbingar, og so ber ikki longur til at siga, at Tjóðveldi er ein havnarflokkur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder