Uttanlands

Tað verður helst Biden móti Trump

Joe Biden er í gongd við at seta Bernie Sanders fullkomiliga av í stríðnum um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum. Hann vann allar tríggjar statirnar í nátt greitt

Joe Biden hevur lagt seg greitt á odda (Mynd: EPA)

Joe Biden hevur lagt seg greitt á odda (Mynd: EPA)

2020-03-18 10:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn Super Tuesday dømdu serfrøðingar, miðlar og tey flestu ið tosaðu alment, hann úti. Nú er fullkomiliga vent í holuni, og Joe Biden hevur eina tryggja leiðslu móti Bernie Sanders, ið er einasta mótvalevni í demokratiska valdystinum.

Meira og meira bendir á, at tann dysturin verður av skjótt. Biden vann í nátt í Florida, Illinois og Arizona, og 77-ára gamli fyrrverandi varforsetin vann meira greitt enn væntað. 

Hann er við at eydnast við málinum um at savna demokratiska flokkin og hevði, eftir at úrsltini í nátt vóru við at vera greið, eini boð til veljarar hjá Bernie Sanders: 

- Lat meg siga til tykkum ungu veljarar, ið fáa íblástur frá Sanders: Eg hoyri tykkum. Eg veit, hvat er uppá spæl. Eg veit, hvat vit skulu gera

Biden segði eisini, at nú koronavirusið herjar, er tað greitt, at politikkur skal leggjast til síðis, og at amerikanarar skulu arbeiða saman

- Koronavirusið leggur einki í, um tú ert demokratur ella republikanari

Les eisini: Biden er við at seta Bernie av

Bernie Sanders er beint yvir 300 valemann aftandyri (1119-815 er støðan), og tað skal ógvuliga nógv til, um 78-ára gamli senatorurin skal hava nakran møguliga. Gitt verður nú, nær hann fer at steðga, og mett verður, at tað er best fyri demokratiska flokkin, um tað er skjótast gjørligt. Hetta so at flokkurin fær savna seg um eitt valevni, ið skal royna at basa Donald Trump. 

Endaliga greitt er nú, at núverandi forsetin verður valevni hjá republikanarunum aftur. Ikki tí at tað var nakar ivi, men tað skuldi líka koma reiðiliga uppá pláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder