Uttanlands

Biden er við at seta Bernie av

Undanval var í seks statum í gjárkvøldið – Teir fýra sum eru liðugt upptaldir fara allir til Biden, og Bernie Sanders fær ongan valmann úr tveimum teirra

Joe Biden hevur nógv at fegnast um í hesum døgum. Hann hevur seinastu vikuna vunnið 14 statir og tikið øll á bóli (Mynd: EPA)

Joe Biden hevur nógv at fegnast um í hesum døgum. Hann hevur seinastu vikuna vunnið 14 statir og tikið øll á bóli (Mynd: EPA)

2020-03-11 10:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stríðið um at gerast demokratiskt forsetavalevni er vent fullkomiliga á høvdið. Tíðliga í seinastu viku sá fyrrverandi varaforsetin Joe Biden út til at vera heilt úti, men so kom Super Tuesday. Biden vann heili 10 útav 14 statum fyri einari viku síðani, og á Big Tuesday í ghár sigraði Biden í fýra statum – harav tí størsta, Michigan. Tveir eru ikki lidnir at telja upp enn, men Bernie Sanders stendur til at vinna lítla North Dakota – Washington sær út til at vera sera tættur.

[object Object]
Møguleikin hjá Sanders fyri at vinna minkar í heilum (Mynd: EPA)

Í Missouri og Mississippi fekk Sanders ongar valmenn/stig (fyrstu ferð higartil í valstríðnum), og í flestu statunum longur suðuri í landinum hevur Bernie Sanders risa trupulleikar. Biden hevur størri tekki har og eisini millum svartar veljarar. Viðmerkjarar vísa á, at hann als ikki er eitt frálíkt valevni, men at hann er maðurin, ið kann geva Donald Trump størst kapping- tað er ein afturvendan til “tað vanliga”. Tað er tað, sum tað snýr seg um hjá demokratunum.

Úrslitið tók hart uppá 78-ára gamla Sanders, ið ikki helt nakra talu, sum vanligt annars er. Joe Biden helt sína talu í heimstatinum Pennsylvania, uttan nakra mannfjøld orsaka av coronavirusinum.

[object Object]
Biden hevði bert konu sína, toymi hansara og fjølmiðlar til staðar til røðuna í nátt (Mynd: EPA) 

Joe Biden hevur í løtuni 823 og Bernie Sanders hevur 663. Tað eru framvegis 11 valdagar eftir, og hósdagin er val í fýra statum – millum annað Florida. Tað verður mett nú, at møguleikarnir hjá Bernie Sanders fyri at gerast forsetavalevni eru heilt lítlir – tað vísa talanalysurnar, og viðmerkjar siga, at so leingi hann ikki megnar at savna fjøldina, er eingin møguleiki.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder