Uttanlands

Tailendsku fótbóltsdreingirnir bjóðaðir til HM finaluna

Fótbóltsheimurin fylgir eisini við støðuni í Tailandi

Gianni Infantino, forseti í FIFA (Mynd: EPA)

Gianni Infantino, forseti í FIFA (Mynd: EPA)

2018-07-09 12:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Allur heimurin fylgir við bjargingaratsóknini í Tailandi, har arbeitt verður við at fáa seinastu 7 dreingirnar og venjara teirra úr hellinum, sum teir hava verið innibyrgdir í síðani 23. juni.

Eisini fótbóltsheimurin hevur fylgt við støðuni hjá teimum tilsamans tólv dreingjunum og venjara teirra. TV2 skrivar, at Gianni Infantino, forseti í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, hevur bjóðað dreingjunum til Russlands at síggja HM finaluna, sum verður spæld 15. juli. Hetta um allir dreingirnir eru bjargaðir áðrenn finalan verður spæld, væl at merkja.

Bjargingararbeiðið heldur fram í dag. Fyri løtu síðani varð ein fimti drongur borin út. Vóna verður at tríggir aðrir verða bjargaðir í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder