2018-07-10 13:38
Allir teir 12 tailendsku fótbóltsdreingirnir og venjari teirra eru nú bjargaðir úr Tham Luang hellinum, sum liggur har norðuri í Tailandi. Hetta vátta serdeildirnar hjá tailendska flotanum á sínum Facebookvanga.
Fótbóltsliðið hevur verið innibyrgt í hellinum síðani 23. juni, tá teir fóru at kroka. Teir vórðu síðani noyddir at flýggja longur inn, tí at tað regnaði av grimd. Regnið varð so nógv, at alt fyltist, og soleiðis vóru teir innibyrgdir.
Ein lækni og tríggir limir í serdeildunum hava verið hjá fótbóltsdreingjunum seinastu vikuna. Enn er ikki vátta um hesir eru komnir úr hellinum, skrivar TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald