Aftur í árkunnu føroyskir næmingar søkja inn á norðuratlantiska studentaflokkinum, ið hevur sín egnanáttúruvísindaliga vanga við lærugreinunum biotøkni, arktiskari tøkni, støddfrøði og alisfrøði.
Síðan 2019 hava næmingar kunnað søkt um upptøku á norðuratlantiska studentaflokkin, sum er eitt serstakt útbúgvingartilboð til næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi, ið ynskja at uppliva norðuratlantiska økið og samstundis fáa eina studentsútbúgving.
Norðuratlantiski studentaflokkurin byrjar fyrsta árið á Gribskov Gymnasium, annað árið er á Miðnámi á Kambsdali og á Verzlunarskóla Íslands í Reykjavík, meðan triðja árið er í Sisimiut.
Sum næmingur í norðuratlantiska studentaflokkinum gongur ein í flokki saman við næmingum úr Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Danmark øll trý studentaskúlaárini. Talan er um ein samlaðan flokk, sum ferðast og gongur í skúla saman í teimum norðuratlantisku londunum.
Freistin at søkja inn á norðuratlantiska flokkin er nú 1. mars. Meira kunning her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald