placeholder
Mentan

Taka samstarvið uppaftur við Trondheim Calling

Samstarvið millum G! Festivalin, Faroe Music Export og norska festivalin verður tikið uppaftur, og í februar næsta ár fara Dania O. Tausen, Horrse og Greta Svabo Bech at framføra á viðurkenda festivalinum, sum tíverri mátti avlýsast fyrr í ár vegna koronu

Greta Svabo Bech (Savnsmynd)

Greta Svabo Bech (Savnsmynd)

2022-09-28 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í ár skuldu Dania O. Tausen, Horrse og Greta Svabo Bech spæla á tí viðurkenda festivalinum Trondheim Calling, men tær táverandi koronuavmarkingarnar í Noregi forðaðu tíverri fyri, at fáa festivalin settan í verk. Faroe Music Export (FMX) boðar nú frá, at samstarvið verður tikið uppaftur, og verða øll trý tónlistafólkini á festivalinum í 2023.

– Longu í 2020 birtist hugskotið um at fáa ein nýggjan form fyri avtalu við Trondheim Calling, har eitt ávíst tal á føroyskum tónlistafólkum skuldi fáa pláss á festivalinum, og Føroyar og okkara tónleikapallur skuldi fáa góða umboðan bæði fyri og eftir festivalin. Samstundis skuldi G! Festivalurin kjósa sær ein favoritt frá Trondheim Calling, ið fær pláss á festivalinum í Gøtu summarið eftir.

– Tað tók, sjálvsagt við alheimsfarsóttini í huga, nøkur ár at byggja ætlanina uppaftur, men í februar 2023 verður samstarvsætlanin endiliga framd í verki fyri fyrstu ferð, og í dag eru Dania O. Tausen, Horrse og Greta Svabo Bech almannakunngjørd sum føroysk tónlistafólk á Trondheim Calling 2023, skrivar FMX.

Festivalurin fær norðurlendskt fokus, og umframt at vera umboðaðar við trimum tónlistafólkum vera føroysk umboð við í almennum orðaskifti, á pallborðsfundum og umboðsskránni.

[object Object]

Thomas Ryjord, dagligur leiðari hjá Trondheim Calling, er sera fegin um tað komandi samstarvið:

– Vit eru rættiliga hugtikin av tí stigi, sum føroysk tónlistafólk virka á við sínum fjøltáttaðu føroysku tónleikaskrá, og vit eru sera fegin um, at Horrse, Dania O. Tausen and Greta Svabo Bech koma á Trondheim Calling 2023. Vit vóru á G! Festivalinum í summar og høvdu eina ta bestu festivaluppliving yvirhøvur. Heimurin fer at vera eitt betri stað við meira føroyskum tónleiki og føroyskum blíðskapi!

Glenn Larsen, stjórin í FMX sigur, at tað er nakað, tey hava arbeitt við leingi.

– Tað var eitt ógvisligt bakkast hjá okkum øllum, tá ið koronan fór at herja og beindi fyri hesum møguleikanum í ár, men nú eru vit fult motiverað til at taka henda fína møguleikan í 2023. Trondheim Calling er ein hollur og góður festivalur við mongum norðurlendskum umboðum og stórari áhoyrarafjøld og er ikki minst eitt frálíkt møtipláss hjá okkara føroysku tónlistafólkum og møguligu samstarvsfeløgum.

Um Trondheim Calling
Trondheim Calling er ein tann størsti vinnuligi tónleikapallurin í Noregi. Her koma nógv nýggj tónlistafólk fram á leiðini móti einum gjøgnumbroti. Tiltakið er í tveimum og er skipað sum ein musikkfestivalur um kvøldið og um dagin ein ráðstevnu fyri tónlistafólk og tónleikavinnu. Festivalurin savnaði meira enn 7.000 vitjandi í 2020.

Trondheim Calling er í 2023 frá 9. til 11. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder