2020-03-25 22:37
18.109 borgarar hava í dag fingið ella fara at fáa tilsamans 52.483.335 krónur á sína kontu.
Skattauppgerðin hjá 21.242 borgarum passaði, og tey skulu tí ikki rinda írestandi skatt og fáa ei heldur nakran avlopsskatt.
Men 18.109 borgarar rindaðu ov nógv, og í alt er talan um 52.483.355 krónur. Tey, sum hava goldið ov lítið, eru 1.708 í tali, og skulu rinda írestandi skatt á 4.743.696 krónur.
Eigur ein minni enn 25 kr. til góðar, verða tær ikki útgoldnar. Skyldar ein minni enn 100 kr., verða tær ikki innkravdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald