2020-04-12 22:15
Sum liður í hjálparpakka 2 hjá landsstýrinum í sambandi við koronasmittuna, er gjaldsfreistin at rinda tollkreditt longd við 90 døgum.
Hetta skrivar TAKS á heimasíðu sínari.
Tað merkir, at tollur og avgjøld, ið skuldu verða goldin 28. apríl, 28. mai og 28. juni 2020, verða staðin goldin 28. juli, 28. august og 28. september 2020.
Innflutningsfyritøkur kunnu søkja Taks um tollkreditt, og um vøran kemur skjótast gjørligt til Føroyar, uttan innflurningsavgjald verður goldið, er freistin at gjalda tað fýra vikur, skrivar Kringvarpið.
Hendan freistin er nú longd, so at ein fyritøka nú hevur tríggjar mánaðir afturat teimum upprunaliga 28 døgunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald