Ábendingar eru um, at álopið í Kongsberg í gjár var eit yvirgangsálop, sigur trygdartænastan hjá norsku løgregluni í tíðindaskrivi.
Lagt verður tó afturat, at tað enn ikki er greitt, hvat motivið er. Eisini verður arbeitt við at kanna, um álopið kann geva øðrum íblástur til at fremja slíkan álvarsaman harðskap.
Tað er ein 37 ára gamal danskur ríkisborgari, sum er handtikin og skuldsettur fyri at hava dripið fimm fólk.
Maðurin er kendur av norsku fregnartænastuni, verður upplýst. Norska løgreglan sigur seg fyrr hava fingið fráboðanir um, at maður, sum hevur umvent seg til islamiska trúgv, var radikaliseraður.
TV2 skrivar, at maðurin, sum hevur játtað seg sekan í at hava staðið aftanfyri álopinum, skal grundlógaravhoyrast fríggjadagin.
Fimm fólk lótu lív í álopinum í gjár – fýra kvinnur og ein maður – og tvey vórðu særd.
Les eisini: Harald Kongur: Vit eru øll skelkað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald