Ávaringin um eitt møguligt mál við barnalokkarum í Havn, er nú avblást.
Í gjár greiddi løgreglan miðlunum frá, at ein nakrir smádreingir vórðu støðgaðir í Gundadali av einum bili, har tveir ungir mans royndu at lokka teir uppí við góðgæti.
Les: Royndu at lokka dreingir upp í ein bil
Men málið vísir seg at vera ein misskiljing. Talan var um skemt ella okkurt, ið líkist.
Tá ungu menninir í gjár fingu frænir av, at teir vórðu eftirlýstir av løgregluni, boðaðu teir sjálvir, í samráð við foreldur síni, løgregluni frá, at talan var um eina misskiljing – talan hevði bara verið um fjas, og hevði einki við barnalokkarí at gera.
- Vit hava nú tosað við bæði dreingirnar í bilinum og teir, ið kendu seg lokkaðar, og fingið greiði á støðuni. Málið er nú slept, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald