Innanlands

Talgildi samleikin farin av bakkastokki

Samleikin og Vangin: Skipanin er einki minni enn heimsførandi á sínum øki, verður sagt

Nicolai Mohr Balle, stjóri á Talgildu Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Nicolai Mohr Balle, stjóri á Talgildu Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-27 17:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag upprann dagurin, tá drúgva verkætlanin Talgildu Føroyar, endiliga kundi vísa føroyska almenninginum hvat framtíðin hevur at bjóða.

Talgildingin av føroyska gerandisdegnum varð presenteraður í tveimum tilboðum til einstaka borgaran – Samleikin og Vangin.

Samleikin, sum er tín framtíðar identifikasjón í øllum tínum samskifti við stovnar á netinum. Frá í dag ber til at upprætta sær talgilda samleikan, sum tú so hevur liggjandi á tíni snildtelefon.

Við samleikanum fært tú eisini atgongd til Vangan, har tú sum borgari kann samskifta við almennar stovnar, eitt nú Taks,  ella Akstovuna, og kommununa og fyritøkur annars, ið so við og við verða knýtt at hesi tænastu.

[object Object]
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður (Mynd: Sverri Egholm)

Hevur ikki sín líka
Sambært fleiri av teimum, sum høvdu orðið á hátíðarhaldinum í Norðurlandahúsinum í dag, eitt nú Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, fólkunum handan skipanina og fleiri av brúkarunum og veitarunum, er talan um eina sera framkomna skipan, sum nærum ikki hevur sín líka í heiminum.

Føroyar eru undangonguland á hesum øki. Hetta er eitt risafet á talgildu leiðini, og tí eisini fyri føroyska vælferðarsamfelagið, vildi Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri fyri Taltildu Føroyar vera við.

Jørgen Niclasen var sjálvur, sum fíggjarmálaráðharri í undanfarna skeiði sínum, við til at seta verkætlanina í gongd eftir eina ferð, saman við Johan Dahl, táverandi vinnumálaráðharra, í Estlandi, baltalandið, sum tá eins og nú er millum heimsins fremstu lond innan talgilding, og ikki himprast við at lata øðrum burtur av síni vitan.

Tann ætlanin, sum tá varð sett í gongd, við eini verkætlanarlóg frá 2017 og 150 milliónir krónur seinni, verður nú boðin øllum føroyingum – eisini føroyingum sum lesa og arbeiða uttanlands, og talan er um eina sera trygga skipan, varð eisini fleiri ferðir víst á.

[object Object]
Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni (Mynd: Sverri Egholm)

Vælvirkandi infrakervi
Við einum vælvirkandi talgildum infrakervi ber til hjá einum samfelag at spara tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuna í tíð, orku og beinleiðis útreiðslum. Hetta kann vísa seg at gerast ovurstórar upphæddir, vísti landsstýrismaðurin við fíggjarmálum á.

Leif Abrahamsen, stjóri í Gjaldstovuni og formaður fyri stýrisbólkin, setti útreiðslurnar í perspektir.

- Samleikin kostar 60 milliónir krónur. Tað er nógvir pengar, ja. Men um tú sammetir kostnaðin við aðrar íløgur í undirstøðukervið, so er spurningurin um tað er so nógv kortini. Føroyingar fara at brúka hesa “farleiðina” kanska 30.000 ferðir um samdøgrið. Tá er 60 milliónir kanska ikki so nógv sum eitt nú eitt nýtt berghol fyri 120 milliónir til 200 bilar um samdøgrið, helt Leif Abrahamsen.

Pass, mynd og sekssiffrað loynital
Fyri at fáa tær talgildan samleika, skalt tú heinta serliga app niður á snildtelefonina.

Í sambandi við tilmeldingina og umsóknina, skalt tú hava pass ella koyrikort við hondina, tí mynd skal takast av tí, og andlitsmynd skal eisini takast av tær sjálvum, við telefonini, altso. Eisini er av týdningi at hava eitt seks-siffrað loynital klárt.

Hetta loynitalið, sum skal vera lætt hjá tær at minnast og ringt hjá øðrum at gita seg fram til, skalt tú tøppa inn fyrstu ferð tú meldar teg til. Og tað er hetta tal, sum tú so í framtíðini skalt brúka hvørja ferð, tú brúkar skipanina.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Talgildu Føroyum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder