Innanlands

Talgildi samleikin verður tikin í nýtslu í 2020

Peningastovnarnir taka hann í nýtslu í 2021, men seinni í ár verður hann tikin í nýtslu við teimum vietarum, sum í dag brúka MínLykil

2020-04-17 20:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast Føroyar fóru niður í ferð á grækarismessu hevur verið arbeitt við fullari ferð við Samleikanum, sum verður klárur at taka í nýtslu áðrenn summarfrítíðina.

Fyrr í vikuni kunnaðu føroysku peningastovnarnir kundar sínar um, at innritanin Cryptomathic, eisini nevnd Gomul innritan, verður tikin úr nýtslu 29. mai 2020, tí hon ikki verður mett at vera nóg trygg. Í hesum sambandi var eisini greitt frá, at peningastovnarnir fara undir at brúka Samleikan sum innritan í 2021.

Samleikin verður tikin í nýtslu í ár, hóast bankarnir fara at nýta Samleikan í 2021. Arbeitt verður á øllum mótum at fáa Samleikan kláran fyri summarfrítíðina. Síðsta hond verður løgd á appina, raksturin og brúkaratænastuna, so Samleikin verður settur í verk sum ein felags talgild loysn fyri alt samfelagið.

Tá ið Samleikin verður tikin í nýtslu í 2020, verður tað fyrst og fremst við teimum veitarum, ið brúka Mínlykil í dag. Hetta er m.a. Borgaragluggin og Vinnugluggin hjá TAKS, barnaansingarskipanin hjá Tórshavnar Kommunu, Mínrokning og Mínboks. Harumframt verður Samleikin brúktur sum innritan til tænastuportalin hjá Talgildu Føroyum.

Mínlykil verður ikki tikin úr nýtslu alt fyri eitt, men talan verður um eina skiftistíð, har fólk kunnu flyta yvir til nýggja Samleikan.

Talgildu Føroyar hava gott samstarv við føroysku peningastovnarnar. Tað er í samráð millum partarnar báðar, at avgerð varð tikin um, at bankarnir skulu bíða við at brúka Samleikan til í 2021. Hetta er vegna aðrar KT skipanir hjá peningastovnunum, ið skulu gerast klárar, áðrenn farið verður undir at bjóða Samleikan sum innritan.

Endamálið við Samleikanum er at geva føroyingum eina felags loysn, ið við tíðini kann brúkast til alskyns talgildar tænastur. Talan er um loysn, ið livir upp til altjóða trygdarkrøv og tryggjar okkara persónligu upplýsingar og privatlív á talgildum tænastum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder