
Um hálvan mars í fjør stongdu landamørkini, og Føroyar fóru niður í ferð, og tí kemur tað helst ikki óvart á nakran, at gistingarhúsini upplivdu ein stóran vøkstur í talinum á gistináttum í farna mánað samanborið við sama tíðarskeið í 2020.
Sambært Hagstovuni vaks gistitalið við 110 prosent. Talan er tó um eina minking á 3,7 prosent í mun til mars 2019.
Talið á gistinætum á føroysku gistingarhúsunum í mars var gott 9.500 – gott 5.000 fleiri samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Høvuðsstaðarøkið eigur lutfalsliga størsta partin
Gistingarhúsini í høvuðsstaðarøkinum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum. Her var vøksturin 124 prosent í mun til í fjør.
Uttan fyri høvuðsstaðarøkið var vøksturin 31 prosent.
Stóri vøksturin í gistináttum sæst aftur við, at parturin hjá føroyingum er trífaldaður í mun til í fjør og tvífaldaður í mun til 2019. Talið á gistináttum hjá dønum vaks við góðum 50 prosentum í mun til í fjør, men hjá fólkum úr øðrum londum var talið á gistináttum so at siga óbroytt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald