2020-07-05 12:55
Leygardagin vórðu tilsamans 212.326 nýggir smittutilburðir skrásettir sambært Heimsheilsustovninum WHO.
Hetta er hægsta økingin nakrantíð.
Flestu tilburðirnir vórðu skrásettir í USA, Brasil og India. Gamla metið var, sambært Reuters, 189.077 tann 28. juni.
Fríggjadagin fór talið á skrásettum tilburðum í øllum heiminum uppum 11 mió. Talið liggur í løtuni á 11,4 mió. sambært worldometers.info, og talið á andlátum er 534.000.
4,4 mió. fólk eru smittað í løtuni, og 99 prosent av teimum hava mild sjúkueyðkenni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald