Innanlands

Talið á smittaðum farið uppum 150.000 – fleiri enn 3.000 tilburðir í Norðurlondum

Um allan heimin hevur coronavirusið kravt fleiri enn 5.600 mannalív higartil, og næstan 74.000 eru komin fyri seg aftur

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2020-03-14 15:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tilsamans eru 150.060 COVID-19 tilburðir staðfestir um allan heimin, og 5.617 fólk hava latið lív.

Av teimum 150.000 tilburðunum eru 80.824 staðfestir í Kina, har coronavirusið hevur sín uppruna. 73.731 eru komin fyri seg aftur.

Tilsamans eru í løtuni 3.190 tilburðir skrásettir í Norðurlondum – Teir flestu í Noregi.

Sambært heimasíðuni worldometers.info, sær býtið í Norðurlondum í løtuni soleiðis út:

Noreg: 1.035 tilburðir (39 nýggir tilburðir seinasta samdøgrið)

Svøríki: 948 tilburðir (134 nýggir tilburðir seinasta samdøgrið)

Danmark: 827 tilburðir (23 nýggir tilburðir seinasta samdøgrið)

Finland: 215 tilburðir (60 nýggir tilburðir seinasta samdøgrið)

Ísland: 156 tilburðir (22 nýggir tilburðir seinasta samdøgrið

Føroyar: níggju tilburðir (seks nýggir tilburðir seinasta samdøgrið)

Samlaða deyðstalið er trý – tvey í Svøríki og ein í Noregi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder