Mentan

Talvudagurin fyri Føroysku sjómansmissiónina

Sunnudagin 9. juli er talvudagur í kirkjunum fyri Føroysku sjómansmissiónini

Torleif Johannesen er sjómanstrúboðari (Savnsmynd: Sjómansmissiónin)

Torleif Johannesen er sjómanstrúboðari (Savnsmynd: Sjómansmissiónin)

2023-07-08 20:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin sunnudagin 9. juli er talvudagur í kirkjunum fyri Føroysku sjómansmissiónini.

Síðani 1918 hevur Føroyska sjómansmissiónin verið virkin millum sjófólkið, bæði á nærleiðum og á fjarðleiðum.

At fáa Guds orð út til sjófólkið er høvuðsuppgávan og síðani at hjúkla um sjófólkið á ymiskan hátt við vitjanum, jólapakkum, geymum við kristnum sangum, andaktum o.ø.

Alt hetta arbeiðið verður fíggjað við innsavningum og øðrum sjálvbodnum gávum.
Talvudagurin hevur tí stóran týdning fyri fíggjarligu orkuna hjá Sjómansmissiónini.

Aftur í ár er bøn og vón okkara, at tikið verður væl undir við hesi áheitan.

Føroyska sjómansmissiónin hevur konto í peningastovnunum:
Bank Nordik 6460-151.120.5
Eik Banki 9181-497.551.2
Norðoya Sparikassi 9865-103.429.9
Suðuroyar Sparikassi 9870-428.207.9

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder