![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Føroyar fóru niður í ferð 12. mars, og nú vit hava 5. apríl er støðan at kalla tað sama. Tilmælini frá landsstýrinum í sambandi við korona standa við til annan páskadag, men áðrenn páskir fer landsstýrið at boða frá hvat skal gerast víðari.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði á tíðindafundinum fríggjadagin, at vit mugu ansa eftir ikki at oyileggja flottu myndina, vit hava, nú altsamt færri verða smittað.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)
- Vit blíva klókari fyri hvønn dag sum gongur. Smittukurvan hjá okkum er góð, og vit mugu ansa eftir at vit ikki oyðileggja flottu myndina, men vit eru eisini varug við at vit helst skulu byrja at lata samfelagið upp aftur, segði løgmaður.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, er samdur, og sigur við útvarpið í dag, at møguleiki er fyri at lata samfelagið upp aftur, men tað skal gerast varliga.
Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)
- Vit eru í góðari støðu í løtuni, tí vit hava so fáar smittutilburðir. Beint nú er møguleiki fyri at lata upp aftur, men tað skal gerast spakuliga so vit klára at fylgja við hvørjar avleiðingarnar eru.
- Tað eru ikki fyrr enn eini átta dagar seinni at vit vita, hvørja effekt tað hevur at lata uppaftur, so hetta skal gerast spakuliga, sigur Lars Fodgaard Møller, við útvarpið.
Eingin fekk staðfest koronasmittuna í Føroyum í gjár. Hetta er fyrstu ferð í fleiri vikur, at eingin tilburður er staðfestur. 82 fólk eru sjúk við koronasmittuni covid-19 í løtuni.
Les eisini: Tá tað sær gott út skal mann ansa mest eftir
Les eisini: Floksimmunitetur kostar ov nógv mannalív
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald