Innanlands

Tamarhald á støðuni á Strondum

Talan er um ein mann sum ikki hevur tað so gott, men løgreglan hevur tamarhald á støðuni og tekur sær av manninum

2024-06-07 17:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv løgreglufólk hava seinnapartin verið á Strondum í økinum við bátahylin. Løgreglufólk vóru eisini alvápnað, og sambært FM1 vóru byrsuhóttanir.

Men løgreglan hevur tamarhald á støðuni.

- Vit hava tamarhald á støðuni. Tað er talan um ein mann sum ikki hevur tað so gott, og vit hava ikki hug til at tosa meira um tað, sigur Rúni Vesturklett, løgreglumaður á staðnum, við útvarpið klokkan 17.

- Nú taka vit okkum av manninum, segði hann.

Eingin er komin til skaða í sambandi við hendingina.

Enn eru vegirnir í økinum byrgdir av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder