Klokkan 20.30 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at tangaskipið MED-ADRIATIC hevði rent á bryggjuna á Drelnesi.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at talan er um eitt tangaskip, sum siglir við maltesiskum flaggi, sum hevur verið í Føroyum og lossað olju. Steðgurin á Drelnesi skuldi vera síðsti steðgurin í Føroyum á hesum sinni, áðrenn siglt varð aftur til evropeiska meginlandið.
Løgreglan hevur verið umborð á skipinum og staðfest, at alt var eftir forskriftunum, og bæði skipari og loðsur vóru edrúir.
Upplýst verður, at skipið ikki hevur fingið nakran skaða, men bryggjukanturin hevur fingið nakað av skaða. Kannað varð eisini, um skipið lak olju, men tað gjørdi tað ikki.
Ógreitt er, hvat orsøkin til óhappið var. Helst verður sjóforhoyr seinni, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald