Mentan

Tanja Hammer vann 900.000 krónur

900.000 krónur fóru av gekkaupphæddini í kvøld, og pengarnir vann Tanja Hammer, sum annars býr í Noregi, men er og ferðast í Føroyum

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

2023-02-17 20:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tanja Hammer, sum ringdi av Tvøroyri, gjørdist í kvøld 900.000 krónur ríkari. Hon ringdi inn við fullari plátu í Gekkinum, og fekk møguleikan at snara gekkahjólinum, og møguleikan at vinna 2,6 milliónir krónur.

Hon valdi at deila upphæddina á teir tríggjar leyparnar við 900.000 krónum hvør.

Í fyrsta snari var nær við, men hon lendi nakrar seymir við síðurnar av. 20.000 krónur, sum falað við trý gav henni 60.000 krónur.

Annað snar gekk ikki líka væl, og her lendi Tanja aftur á 20.000 krónur, sum gav 40.000 krónur.

Roynt var eina triðju og seinastu ferð. Og tað var gott, tí tá bragdaði.

Tanja Hammer lendi á reyða leypinum, sum gav henni 900.000 krónur.

Ein ovurfegin gekkavinnari greiddi frá, at hon býr í Noregi, og var og ferðaðist her í Føroyum.

- Eg má klappa, Tanja. Umleið mikudagin hevur tú 900.000 krónur á tínari konto, segði gekkaverturin, Petrina Berg. 

Næsta fríggjadag er gekkurin 1,8 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder