Føroysku tannlæknarnir skerja nú eisini teirra virksemi fyri at ganga covid-19 leiðreglurnar hjá heilsugeiranum á møti.
Føroya Tannlæknafelag boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at bert tær viðgerðir, ið ikki kunnu bíða, verða gjørdar.
Skrivið er soljóðandi:
Tannlæknar fylgja sjálvandi tilmælum og átøkum, sum eru og verða sett í verk í hesum døgum.
Leiðreglurnar, sum heilsugeirin arbeiðir eftir, eru nú herdar. Tannlæknavirksemi er partur av heilsugeiranum. Hetta ger, at tannlæknastovur skjera virksemið mest møguligt. Upplatingartíðir og telefontíðir kunnu vera broyttar. Nýggjastu ásetingar eru, at bert viðgerð, sum ikki kann bíða, verður gjørd nú. Ella við øðrum orðum: tað, sum kann bíða skal bíða.
Hetta er galdandi fyri viðgerð hjá barnatannlækna, privatum tannlækna og boylatannlækna.
Stutt ófullfíggjað yvirlit yvir, hvat kann bíða:
- kanning
- tannreinsan
- smá hol
- kosmetisk viðgerð
Stutt ófullfíggjað yvirlit yvir, hvat ikki kann bíða:
- traumur á tenn
- tannapína
- bruni
- stór hol
- loysnaðar ella brotnar protesur, krúnur ella brýr
- brotnir ella leysir boylar til tannrætting.
Um tú hevur boyla og skalt til kontrol, tekur boylatannlæknin støðu til um kontrol kann bíða ella ikki.
Hevur tú eina tíð hjá tannlækna áðrenn páskir, fært tú nærri boð frá tannlæknanum. Kanna sms og teldupost.
Tannlæknarnir fylgja væl við tínari tannstøðu. Ert tú í iva um tína viðgerð, kanst tú ringja ella maila til tína tannlæknastovu og spyrja teg fyri.
Um tú hevur sjúkutekin, hevur verið uttanlands síðstu 14 dagarnar ella hevur verið í samband við ein í sóttarhaldi, skalt tú ikki fara til tannlækna hóast tannapínu, men ringja til tín kommunlækna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald