Leygardagin 16. desember verður konsert í Hoyvíkar kirkju við kórinum Tarira, undir leiðsluni av Bernhardi Wilkinson.
Á skránni er eitt breitt úrval av jólasangum, líka frá kendum jóla ‘carols’ við útsetingum eftir Peter Warlock, Philip WJ Stopford, David Wilcocks, Bob Chilcott, til teir meira klassisku Antoine Busnois, William Byrd, Benjamin Britten, Tomás Luis de Victoria, Lucas Pearsall og Johann Sebastian Bach.
Av føroyskum tilfari kann nevnast Unn Paturson, Knút Olsen, Kári Bæk og umframt hetta, so er ein frumframførsla av Tað sótu seyðamenn á vakt, sum Anne Mette Greve Klemensen hevur skrivað, fyri violin, klaver og kór. Angelica Nielsen spælir violin, og Leif Hansen klaver.
Konsertin, sum verður klokkan 17, er ókeypis, men til ber at stuðla kórinum við at lata eitt oyra í eina krukku við inngongina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald