Mentan

Teenstreet: Eitt fitt og frískt gentulið

370 føroyingar eru savnaðir á Teenstreet í Suðurtýsklandi

Frá vinstru: Lóa Vest, Vágur, Sanna S. Hansen, Saltangará, Ester Johannesen, Hoyvík, Bjarta Á. Berthelsen, Strendur, Ronja Reginsdóttir, Sandavágur og Ester Ellingsgaard, Tórshavn

Frá vinstru: Lóa Vest, Vágur, Sanna S. Hansen, Saltangará, Ester Johannesen, Hoyvík, Bjarta Á. Berthelsen, Strendur, Ronja Reginsdóttir, Sandavágur og Ester Ellingsgaard, Tórshavn

2019-07-30 20:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Om.fo: Beint fyri døgurðan í dag gekk eg meg fram á eitt føroyskt gentulið, sum sat í skugganum av sólini undir einum træi og hevði andakt. Tær eru 5 gentur í 14 – 15 árs aldrinum og so leiðari teirra, 19 ára gamla Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen av Strondum.

Tær hava fyrst í morgun verið til bíbliutíma í stóru høllini saman við øllum hinum gentunum, og nú sita tær her saman við leiðara teirra við føroyska heftinum, sum útdýpir og greinar víðari tað, tær hava lært í morgun. Tær sita nú og práta saman um evnið.

Tá ið eg spyrji tær soleiðis samlað, um hvat teimum dámar væl og kanska best her á Teenstreet, fái eg eisini eitt nokk so samt svar. Teimum dáma allar sera væl Throne Room um kvøldið. Hetta er lovsangsløtan. Tann eina gentan sigur, at hon ongantíð áður hevur upplivað tað soleiðis, at Gud talar til hennara ígjøgnum sangin.

Tær halda eisini at shhh løtan er cool. Hetta er løta millum kl 11 og 11.30 tá ið alt verður kvirt á øllum økinum. Tað byrjar við at vit í hátalarunum runt um alt økið hoyra: “sshhhhhh”. Og so heldur alt spæl, tos og larmur uppat. Tá ið hálvur tími er farin, hoyrist so ein vakur sangur ljóma úr annlegginum, og alt og øll fara aftur í sving, og alt verður sum áður. Annars halda tær, at alt er ordiliga gott her.

Tá ið eg spyrji tær, um tær ikki leingjast heim og leingjast eftir frikadellunum hjá mammu, svara tær allar við ein munn: “NEI”. Tær siga eisini fyri mær, at kuffertini eru so gott sum full, men at tær kortini ætla sær ein túr oman í H&M einaferð afturat, og so stúva kuffertið eitt sindur betur.

Fittar og frískar gentur má sigast, og við einum lítlum skálkasmíli enda tær við at siga, at Bjarta er heilt OK!

Á myndini eru tær frá vinstru: Lóa Vest, Vágur, Sanna S. Hansen, Saltangará, Ester Johannesen, Hoyvík, Bjarta Á. Berthelsen, Strendur, Ronja Reginsdóttir, Sandavágur og Ester Ellingsgaard, Tórshavn.

Skrivað: Eyðun á Lakjuni

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder