Síðani fyrst í september hevur Teistin verið á beding. Hetta hevur havt við sær, at Ternan hevur røkt siglingina millum Skopun og Gomlurætt.
Teistin fer á beding - Ternan skal sigla um Skopunarfjørð
Jósup hevur avloyst Ternuna, og júst tá Teistin fór á beding, og Ternan skuldi fara, varð stríð millum nólsoyingar og Strandfaraskip Landsins. Nólsoyingar vísti sína ónøgd við aftur at missa Ternuna, og at Jósup fór at koma í sigling.
Jósup bjóðaður vælkomin í Nólsoy hóast alt
1. september var ein heldur dramatiskur sunnudagur í Nólsoynni, men síðani hevur Jósup røkt leiðuna. Í fyrstu atløgu skuldi talan verða um tvær vikur, og møguliga meira, men nú eru beint yvir tríggjar vikur farnar. Á heimasíðuni hjá Stranfaraskip Landsins stóð beint áðrenn vikuskifti, at Teistin fór aftur í sigling fyrst í hesi vikuni. Hetta er nú aftur útsett:
- Vegna fleiri royndir, byrjar Teistin ikki fyrr enn 25.09.2019
Hetta ávirkar eisini Nólsoyarleiðina:
- Teistin er seinkaður av beding, og tískil byrjar Ternan aftur á leið 90 mikumorgunin 25/09-2019.
Innanlands
Teistin er meira seinkaður
Teistin fer sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni at røkja farleiðina Skopun - Gamlarætt aftur mikudagin. Tá verður Ternan aftur á Nólsoyarleiðini
2019-09-24 07:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald