
Veðrið ávirkaði samferðsluna nógv í gjár, hósdagin 8. apríl, men tað varð ein onnur orsøk til, at Teistin varð nakað seinkaður seinnapartin.
Tá Teistin fór úr Skopun hósdagin klokkan tvey, varnaðist skiparin, at okkurt av áfatt við einari av skrúvunum tá ið siglt varð gjøgnum pollin í Skopun.
Hendan túrin sigldi ferjan bert við einari skrúvu. Tá komið var yvir á Gomlurætt, kom ein kavara at kanna, hvat var áfatt.
Tað vísti seg, at meginparturin av einum troli var komin um skrúvuna, sum síðani bleiv skorið av.
Hetta skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari.
Orsakað av hesum var neyðugt at útseta túrin av Gomlurætt til Skopunar í eitt korter.
Mynd: ssl.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald