Innanlands

Teistin siglir seinasta túr 18.35

Vegna tekniskt arbeiði eru fimm túrar í ferðaætlanini á leið 60 í kvøld avlýstir. Siglt verður ikki út í Hest aftur í dag

2022-02-10 15:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið hevur darvað samferðsluni nógv seinastu tíðina, og tað hevur millum annað verið neyðugt hjá Strandferðsluni at avlýsa nógvar túrar á Sandoyarleiðini.

Eisini í kvøld, hósdagin 10. februar, eru nakrir túrar millum Skopun og Gomlurætt avlýstir. Orsøkin heusferð er tó ikki veðrið, men tekniskt : 

Hósdagin 10. Februar verður síðsti túrur sigldur av Gomlurætt kl. 17:20 og úr Skopun kl. 18:35. Síðani verður ikki siglt meir fyri dagin.

Tað eru fimm túrar, ið fella burtur.

Leið 61, Gamlarætt - Hestur, er eisini ávirkað av arbeiðnum. Túrarnir klokkan 19:10 av Gomlurætt og úr Hesti 19:30 verða ikki sigldur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder