Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur handað Teiti Lassen, tónlistamanni, Mentanarvirðisløn landsins fyri avrik síni.
Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
Teitur Lassen er fjølgávaður tónlistamaður, tónasmiður, yrkjari, tónleikari, sangari og framleiðari.
Sum singer/songwriter hevur Teitur havt hugbindandi og nærverandi konsertir kring heimin í meir enn 20 ár.
Stóra altjóða gjøgnumbrotið kom við útgávuni Poetry & Aeroplanes í 2003, sum framvegis stendur sum ein tónlistaligur varði.
Teitur er ein lýsandi stjørna á føroyska tónleikapallinum.
Fyri listaligu avrik síni fær Teitur Lassen Mentanarvirðisløn landsins 2023.
Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 kr., og hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.
Les alla grundgevingina HER
Les kvøðu til Teit Lassen frá Knúti Háberg Eysturstein HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald