Teitur Skoubo sleppur ikki undan rættarskipanini enn. Mikudagin í næstu viku skal hann í býarrættin í Keypmannahavn, har hann er ákærur fyri harðskap.
Herfyri varð hann leyslatin frá fongslinum eftir at hava sitið varðhaldsfongslaður í einum neyðtøkumáli, sum hann endaði við at vera fríkendur í.
Føroyska realitystjørnan fekk kortini fongsulsdóm fyri harðskap upp á tríggjar mánaðir, men tí at hann longu hevði sitið í fimm mánaðir, var Teitur leyslatin.
Nú skal hann aftur møta upp í rættinum. Hesaferð í harðskapsmáli. Harðskapurin skal vera farin fram á dansistaðnum Hive á Skindergade í Keypmannahavn tann 6. desember 2019 umleið klokkan 2:10 um náttina, skrivar Se og Hør.
Sambært ákærini hjá løgregluni, hevur Teitur Skoubo sligið ein ókendan persón við plastikkbikari í høvdið.
Tveir tímar eru settir av í býarrættinum í Keypmannahavn tann 7. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald