Mentan

Teitur tilnevndur tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins

- Hevur verið ein førandi sangari og sangskrivari síðan sína fyrstu útgávu í 2003

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-23 12:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teitur Lassen er millum teirra, ið hevur møguleika fyri at vinna tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins seinni í ár.

Í dag eru tey innstillaðu til tónleikavirðislønina kunngjørd, og føroyska tilmælið er Teitur.

Grundgevingin er soljóðandi.

“Teitur hevur síðan fyrstu nógv róstu útgávu sína ‘Poetry and Aeroplanes’ (2003) verið altjóða viðurkendur sum ein førandi framførari og singer-songwriter.

Hann byrjaði sum dugnaligur tannáringagittaristur við sjáldsamari rødd, og skjótt mentist hann til búnan listamann, sum bæði framførir, skrivar og framleiðir sín egna tónleik.

Konsertirnar hjá Teiti saman við Nico Muhly kring um í Evropa eru millum nógv hæddarpunkt á lívsleið hansara. Hann hevur harumframt arbeitt saman við eini røð av øðrum listafólkum, eitt nú bigbands, kórum, kamarorkestrum og enntá symfoniorkestrum. Oftast skrivar Teitur øll arrangementini fyri orkestrini. Teitur hevur verið á nógvum konsertferðum í fleiri heimspørtum, og hansara skapandi frambering er róst til skýggja av altjóða miðlum.”

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins verður á øðrum hvørjum ári latin einum tónaverki og annað hvørt ár til eitt útinnandi listafólk ella bólk. Í ár er tað hetta seinna.

Seinast Føroyar vunnu hesa virðislønina, var í 2021, tá Eivør Pálsdóttir vann. Sunnleif Rasmussen fekk heiðurin í 2002.

Hini tilnevndu í ár eru:

Danmark: Anja Jacobsen (tónleikari og tónasmiður) og Peter Uhrbrand (fiólleikari/spælimaður)
Finnland: Maija Kauhanen (fólkatónleikari/singer-songwriter) og Petri Kumela (guittaristur)
Grønland: SIGU (tónleikabólkur)
Ísland: Elfa Rún Kristinsdóttir (fiólleikari) og Sigur Rós (tónleikabólkur)
Noreg: Berit Opheim (fólkasangari) og Håvard Gimse (pianistur)
Svøríki: Johan Lindström (tónleikari og tónasmiður) og Norrbotten Neo (tónlistabólkur)
Áland: Whatclub (jazzorkestur)

Heiðurslønin verður handað í Oslo 31. oktober í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder