2019-09-19 14:33
Hann gjørdist landskendur í Danmark og í Føroyum, tá hann í vár og í summar var at síggja í Paradise Hotel, ið hann endaði við at vinna.
Teitur kunngjørdur sum luttakari (Mynd: Realityportalen)
Teitur Skoubo gjørdist 300.000 krónur ríkari, og nú er kunngjørt, at hann verður ein av luttakrunum í "For lækker til Love", har "reality-stjørnur" leita eftir kærleikanum.
TV3: For Lækker til Love er aftur
Teitur er ein av trimum mannfólkum; Lenny er eisini frá Paradise Hotel og Rasmus er frá X Factor.
Røðin kann síggjast á á Viafree, ið er stroymingarsíðan hjá TV3. Fyrsti partur er tøkur í morginárini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald