Innanlands

Tekniskir trupulleikar og illveður darvaðu fyrsta túrinum

Fyrsti túrurin hjá Magnusi Heinasyni í ár gekk ikki heilt sum ætlað

Mynd: Havstovan

Mynd: Havstovan

2020-02-25 15:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsdagin í farnu viku kom Magnus Heinason aftur av fyrsta túrinum í ár, har farið var út at gera hydrografiskar kanningar.

Túrurin byrjaði norðanfyri eftir standardskurðinum har, men vegna tekniskar trupulleikar eydnaðist ikki at taka allan skurðin, áðrenn hann øtlaði veðrið. 

Tískil var siglt undir land, har Magnus Heinason lá bakk til veðrið blíðkaði so mikið, at gjørligt var at halda fram. Tá var farið vesturum at taka teir tríggjar standardskurðirnar har. Vegna trupulleikarnar fyrst á túrinum og vánaliga veðrinum vóru ikki stundir at taka skurðirnar í Hetlandsrennuni.

Túrafrágreiðingin kann lesast her.

– Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder