Uttanlands

Tekniskt brek útsetir mánaferð

Artemis 1-rakettin er tann fyrsta í eini ætlan at senda fólk aftur út á mánan

40 minuttir áðrenn ætlaðu útskjótingina, varð hon avblást (Mynd: EPA)

40 minuttir áðrenn ætlaðu útskjótingina, varð hon avblást (Mynd: EPA)

2022-08-29 14:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski rúmdarstovnurin, Nasa, hevur í dag tikið avgerð um at útseta ætlaðu útskjótingina av Artemis-rekettini í dag. Orsøkin er tekniskir trupulleikar.

Talan er um eina ómanna rakett, sum skal sendast í ringrás um mánan. Hetta er fyrsti liður í eini ætlan, sum í komandi árum skal føra astronautar upp á mánan. Tað eru liðin 50 ár síðan amerikanarar seinast sendu fólk á mánan.

Talan var um onkran leka í motorinum, sum tað ikki eydnaðist at tetta, og tí varð útskjótingin, sum skuldi havt verið um hálvgun tvey tíðina okkara tíð blást av. Avgerðin um at útseta útskjótingina varð tikin 40 minuttir áðrenn ætlað “take-off”.

Nasa upplýsir í sama viðfangi, at Artemis-1-rakettin er í tryggum standi.

Nú skal íkomni trupulleikin loysast, og so verður rakettin send út seinni. Dagarni 2. og 5. september hava verið nevndir, skrivar Ritzau.

Les eisini: Nasa fer undir mánaferðir aftur   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder