Uttanlands

Nasa fer undir mánaferðir aftur

Artemis-ætlanin skal føra fólk út aftur á mánan – tað er skjótt 50 ár síðan seinastu mannaðu mánalendingina

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-08-18 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

7. desember í ár eru liðin hálvthundrað ár síðan amerikanska flaggið seinast varð reist á mánanum.

Men nú hendir tað skjótt aftur. Í gjár varð ein risastór rakett hjá Nasa rullað út á útskjótingarpallin á Kennedy Space Center í Florida. Rakettin, sum í fyrsta umfarið verður ómannað, skal sendast út í rúmdina 29. august.

Hóast ongir astronautar vera við á hesum sinni, so er tó ætlanin, at fólk skjótt aftur skulu sendast upp á mánan.

Tað var Apollo-verkætlanin, sum seinast førdi Nasa upp á mánan. Apollo 11 var tann fyrsta í 1969, meðan Apollo 17 var tann seinasta í 1972. Nýggja verkætlanin eitur Artemis. Navnið er serligt, tí Artemis í griksku gudalæruni var tvíburasystir Apollos, og hon var mánagudinna.

- Til øll okkum, ið hyggja upp á mánan og droyma um tann dagin, tá mannaættin vendir aftur til mánan – tit, nú eru vit her! Vit fara aftur. Og ferðin byrjar við Artemis 1, segði stjórin í Nasa, Bill Nelson tá rakettin í gjár varð víst fram, skrivar dr.dk.

Í 2023 verður Artemis 2 send út við fólkum umborð, men fyrsta mánalendingin verður við Artemis 3 í 2025, segði Nasa-stjórin.

Ætlanirnar røkka tó víðari. Tað er ætlanin at kunna flúgva út á mars í 2030’unum ella stutt eftir tað, skrivar dr.dk. 

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object]
(Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder