placeholder
Innanlands

Tekur undir við uppskotinum hjá De Konservative

Eitt aðalráð fyri ríkisfelagsskapin fer at gera samskifti og samstarv lættari, sigur løgmaður – Tað eru tó ikki øll, sum eru fegin um uppskotið, m.a. tingfólkini Beinta Løwe og Bjarni Kárason Petersen

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Jens kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Jens kr. Vang)

2022-06-27 15:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður tekur undir við uppskotinum hjá De Konservative í Danmark um at stovna eitt sjálvstøðugt aðalráð fyri ríkisfelagsskapin.

Tað sigur hann við Kringvarpið í dag.

Tað var í gjár, at flokkurin boðaði frá uppskotinum um at seta á stovn eitt aðalráð, sum skal virka fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Ráðharrin í einum slíkum ríkisfelagsskapsmálaráði skal helst vera úr annaðhvørt Føroyum ella Grønlandi, og eisini skulu ríkisfelagsskrivstovur setast á stovn ymsastaðni í teimum trimum londunum.

Les meira um uppskotið her.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur við Kringvarpið, at uppskotið fer at gera samskifti og samstarv lættari, og kann eitt slíkt ráð síggjast sum ein menning av samstarvinum í ríkisfelagsskapinum, sum byrjaði við samstarvsráðnum, sum leiðararnar í teimum trimum londunum samtyktu at seta á stovn í fjør.

– Aðalráð fyri hjálond

Men onnur, eitt nú Beinta Løwe og Bjarni Kárason Petersen, tingfólk fyri ávikavíst Tjóðveldi og Framsókn, eru ikki eins fegin um uppskotið.

– Helt, at hjálandatíðin var farin tíð í øllum demokratiskum nútíðarsamfeløgum. Men tað tykist, sum ávísir danskir flokkar leita aftur á slóðina, og vilja styrkja støðuna hjá Danmark, sum hjálandaveldi, sigur hon í lesarabrævi.

Sambært Beintu Løwe hevur søgan víst, at bert Føroyar røkja føroysk áhugamál, og er uppskotið hjá De Konservative – eitt aðalráð fyri hjálond, sum hon rópar tað – ein frálík grundgeving fyri at loysa, sigur hon.

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sigur tað vera skelkandi, at  løgmaður tekur undir við uppskotinum hjá De Konservative.

– Vanligt er, at løgmaður og landsstýrið samskiftir við stjórnina og aðalráðini í Danmark. Nú verður landsstýrið eftir øllum at døma lagt undir einum donskum aðalráði, júst sum í amtstíðini. Orsaka meg, men hvar eru vit áveg? spyr hann í lesarabrævi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder