Innanlands

Teldusníkar gera eisini um seg undir koronakreppuni

Herfyri varð ávarað um falskar heimasíður og phishing teldubrøv, og løgreglan hevur nú fingið nakrar fráboðanir um teldubrøv, sum krevja pengar frá móttakaranum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-12 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í endanum av mars ávaraði Elektron um teldusníkar, sum tykast at hava góðar dagar undir hesari koronakreppuni.

– Nú nógv sita heima og arbeiða, er sera týdningarmikið at minnast til, ikki at slaka við trygdini. Brotsfólkini vísa ikki samfelagssinni – heldur útnytta tey stúranina, ið er í samfeløgum runt um í hesum døgum, skrivaði Elektron, sum vísti á, at har vórðu gjørdar falskar heimasíður, sum skuldu eitast at vilja upplýsa um koronasmittuna.

Eisini varð gjørt vart við, at phishing teldubrøv vóru í umferð. Tað eru teldupostar, har fólk vera biðin um at trýsta á leinki og skráseta tilburðir av koronasmittu ella opna viðfest skjøl.

Løgreglan sigur eisini í morgun, at tey hava fingið nakrar fráboðanir um teldubrøv, har avsendarin sigur seg hava ónærisligar myndir av móttakaranum, sum hann hóttir við at senda víðari, um móttakarin ikki rindar 1.900 dollarar (uml. 13.000 krónur).

Fær mann ein slíkan teldupost, skal mann ikki gjalda, sigur løgreglan. Best er at strika hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder